Tjóðskjalasavnið, Faroese National Archives
V. U. Hammershaimbsgøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: skjalasavn@skjalasavn.fo
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 04-02-2025
Skeyti- og Pantiprotokollir fevna m.a. um keypssáttmálar, leysafæ, skeytir, servituttir, pantibrøv, skiftibrøv, festibrøv, arvaavkannan og leigu- og haldsáttmálar.
Ymisk heiti gjøgnum tíðina (umleið):
Protokollirnar frá 1706 og fram til síðst í 1800-talinum: her vóru øll pantibrøv, skiftibrøv, festibrøv, skeytir, keyps- og skuldarbrøv o.a. lisin upp á tingi og skrásett í protokollirnar.
Protokollirnar frá uml. 1898 og fram til 1940 (Protokolnummar 31-64): fyri at finna ávísar tinglýsingar verður víst til tinglýsingardato, protokolnummar og síðutal umframt loypinummar.
Til dømis: 20.05.1930 55/2 L.Nr 192. 20.05.1930 er tinglýsingardato, 55 vísir til protokolnummarið, 2 er síðutalið og L.Nr 192 er loypinummarið.
Protokollirnar frá 1940 og fram til 1965: fyri at finna ávísar tinglýsingar er neyðugt at vita tinglýsingardato og loypinummar.
Upplýsingar um tinglýsingardato, protokolnummar, síðutal og loypinummar fáast frá Tinglýsingini við at upplýsa matrikulnummar.