Tjóðskjalasavnið, Faroese National Archives
V. U. Hammershaimbsgøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: skjalasavn@skjalasavn.fo
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 11-08-2023
Eitt skiftið gevur upplýsingar um ein, sum er deyður og um, hvør skal arva viðkomandi. Tað er ikki altíð, at nakað er at arva, og skifti kunnu vera ymisk upp ígjøgnum tíðirnar.
Í skiftiprotokollini er yvirlit yvir ognarlutir hjá tí deyða. Fastogn, innbúgv og møguligur reiður peningur vórðu bókførd. Enntá gerandisklæðir og seingjarlín.
Navnaskráir eru í næstan øllum skiftiprotokollum, men gev gætur, at eitt navn kann vera “gloymt”.
Í føroyskum høpi eru fólk skrásett eftir fornavni fram til 1897.
Embætisfólk og fólk úr borgaraskapinum annars, vórðu oftast skrásett eftir eftirnavni.
Sorinskrivarin (Skiftirætturin) umsitur skiftir/deyðsbúgv.
Sí eisini Pante og Skifte Protocol 1783-1784
Tá tað kom til at skifta arv, hevði prestastættin sítt egna løgdømið (jurisdiktion). Í "Gejstlighedens Skifteprotokol" var arvur eftir prestum og prestaeinkjum skiftur frá 1679 fram til 1813.
Skjøl á Ríkisskjalasavninum (Arkivalieronline):