Løgtings- og Vártingsprotokollir

Løgtings- og Vártingsprotokollir eru tingbøkur og innihalda í høvuðsheitum frásøgnir frá:

• Rættarmálum við vitinifrágreiðingum og úrskurðum

• Sýn og virðismeting

• Avrit av skeytum, skiftum, skoðsmálum o.t.

• Kunngerðir av lógum, kunngerðum

 

Føroyar vóru býttar í 6 rættardømi svarandi til sýslurnar.

Várting vóru hildin í hvørjum dømi og viðhvørt eisini heystting. Vártingið var hildi um várið oftast í mars.

Dómar sum vóru feldir á vártingi, kundu skjótast inn fyri løgtingið. Løgtingið kom saman einaferð um árið og tað var á Ólavsøku. Løgtingið var sett saman av løgrættismonnum undir leiðslu av løgmanni.

Protokollirnar fyri 1655-1661, 1656-1666 og 1667-1690 innihalda bæði løgting og várting.

 

Løgtings- og Vártingsprotokollirnar hoyra til savnið hjá sorinskrivaranum. Sorinskrivaraembætið var stovnsett í seinnu helvt av 1500-talinum. Upprunaliga var sorinskrivarin ráðgevi hjá løgrættismonnunum og skrivari á tingi, og sum fráleið varð hann dómari.

Tá løgtingið og løgmansembætið var niðurlagt í 1816, fór í høvuðsheitum allur dómsmyndugleiki til sorinskrivaran. 

Rættarbøkurnar (Justitsprotokoller) hjá sorinskrivaranum eru framhald av Løgtings- og Vártingsprotokollunum.

 

Á Tjóðskjalasavninum eru Løgtings- og Vártingsprotokollir frá 1615 til 1816.

Higartil eru nakrar av protokollunum skannaðar.

 

Einar Joensen hevur transskribera protokollirnar frá 1615 til 1690 og givið tær út sum bøkur.