Um history.fo

 

Endamálið við history.fo er at gera søgulig skjøl, søguligar keldur og annað søguligt tilfar atgongt fyri fakfólki og fyri almenninginum, bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Heimasíðan verður umsitin av Tjóðskjalasavninum, og nærum øll upprunaskjølini ið eru skannað eru varðveitt á Tjóðskjalasavninum.

 

Tjóðskjalasavnið (áður Føroya Landsskjalasavn) hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av søvnum og skjølum, ið hava søguligt virði ella hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar.

Tjóðskjalasavnið skal syrgja fyri at varðveittu søvn og skjøl altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenningi.