Tjóðskjalasavnið, Faroese National Archives
V. U. Hammershaimbsgøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: skjalasavn@skjalasavn.fo
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 11-11-2024
Festiprotokollir innihalda avskriftir av festibrøvum til kongsjørð. Eitt festibræv var ein skrivlig avtala millum festibóndan og kong.
Festibrævið inniheldur eina lýsing av rættindunum og skyldunum hjá pørtunum.
Festibrævið gav festibóndanum nýtslurætt yvir ein garð og jørðina, sum hoyrdi til garðin. Afturfyri skuldi hann gjalda árliga festileigu.
Tað var Fútin, sum umsat kongsjørð.
Frá 1820 og fram til 1878 eru navnaskráir at finna aftast í festiprotokollunum.
Tað eru ongar festiprotokollir fyri tíðarskeiði 1765 – 1811.