Skansaprotokollir

Skansaprotokollin, eisini kallað skansajournalin, er ein dagbók, sum inniheldur upplýsingar um dagliga virksemið á Skansanum ella Garnisónini í Tórshavn.

Umframt upplýsingarnar um vaktartænastuna hjá soldátunum, handilsarbeiði, manning av skansabátinum o.a., innihalda journalirnar eisini veðurskrásetingar og upplýsingar um skip, sum løgdu at í Tórshavn. 

Skansin, sum ein hernaðarligur stovnur, varð niðurlagdur í 1865, og eitt løgreglulið, við m.a. vaktarhúsið og varðhaldið, varð stovnað í staðin fyri. 

Virksemið hjá løgregluliðnum varð niðurlagt í 1902.

 

GG: Fyri at verja tilfarið ímóti meira slit og skaða, ber ikki til at síggja tilfar sum er skannað og lagt út á hesa síðu á lesistovuni.