Fútin/Landfútin

 

Fútin, eisini kallað Landfútin, var ein leiðandi danskur embætismaður og umboðsmaður kongsins í Føroyum.

Fútin varð settur at hava eftirlit við fyrisitingarligum og fíggjarligum viðurskiftum í Føroyum.

Uppgávurnar hjá fútanum fevndu m.a. um umsiting av kongaligum fyriskipanum og innkrevjing av inntøkum fyri danska kongsveldið, tey týdningarmestu avgjøldini vóru festigjald, jarðargjald og tíggjund.

Fútin var harumframt ákæri í rættarmálum, og eftirhondini menti embætið seg til eitt veruligt politimeistaraembæti.

 

GG: Fyri at verja tilfarið ímóti meira slit og skaða, ber ikki til at lána/síggja tilfar sum er skannað og lagt út á hesa síðu á lesistovuni.