Tjóðskjalasavnið, Faroese National Archives
V. U. Hammershaimbsgøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: skjalasavn@skjalasavn.fo
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 16-11-2022
Fyrsti skansin í Havn var helst bygdur í seinastu helvt av 1500-talinum á tanganum eystanfyri innsiglingina. Í 1630 varð avgjørt at byggja ein nýggjan skansa á Tinganesi. Hesin varð niður aftur í endanum av 1700-talinum, og tann upprunaligi skansin varð endurreistur.
Skansin skuldi tryggja vørugoymsluna hjá handlinum og leigubúðin í Tinganesi. Hann skuldi eisini verja Føroya ímóti sjórænarum og øðrum, sum av og á herjaðu oyggjarnar.
Ovastur á Skansanum var kommandanturin. Tað vóru umleið 30 soldátar knýttir at Skansanum, sum fyri tað mesta vórðu borgararnar í Tórshavn. Lógbrótarar kundu eisini dømast til arbeiði á Skansanum í eina tíð.
Skansin varð fíggjaður av tí sonevnda matrikulskattinum.
Soldátarnir vórðu løntir við eini árligari peningaupphædd. Harumframt kundu teir keypa ull bíligani í leigubúðini. Í 1799 fingu menninir á garnisónini rætt til eitt jarðarstykki eystanfyri Skansan. Arbeiðið fevndi um at ganga vakt, løgregluuppgávur, lossing og at lasta handilsskipini hjá einahandlinum, føra embætisfólk og onnur við báti o.a. Tá teir ikki vóru bundnir av øðrum arbeiði, kundu soldátarnir fiska ella arbeiða hjá handlinum sum bønarmenn.
Skansin var niðurlagdur í 1865, og eitt løgreglulið varð stovnað í staðin fyri.