Gamlar frágreiðingar um veðurlagið

Niels Skaale, eisini kallaður Niels Hosetager, arbeiddi í Kongaliga Einahandlinum í Tinganesi. 

Hann hevur gjørt og ført hesar álmanakkar fyri árini 1808 til 1822. Flestu árini er lítið og einki noterað, men í 1816 og 1819 eru notatir um veðrið. 

Tað eru hesir upplýsingar um veðrið, sum her verða drignir fram, og settar upp í týðiligum og reinskrivaðum talvum.