Jarðarbókin 1584

Jarðarbókin frá 1584 er elsta varðveitta føroyska jarðarbókin. Í henni er øll kongsjørðin, tvs. umleið helmingurin av allari jørð í Føroyum skrásett. Ognarjørð, kleysturjørð ella aðalsjørð eru ikki við í jarðarbókini. Jarðarbókin sigur eisini nakað um seyð, neyt, svín ella annað, sum leigulendingar brúktu og høvdu skyldu at uppihalda og lata kongi leigu av. Tó eru húsaognir ikki við í jarðarbókini.
Í jarðarbókini, sum er at rokna sum ein álíkning, sæst bert hvat leigulendingar áttu at gjalda kongi, meðan tað sum veruliga varð goldið einans sæst i roknskaparbók fútans. Frá ár 1600 broyttist hetta roknskaparhald, so at jarðarbók og roknskaparbók gjørdust tann sama.

Føroysku jarðarbøkurnar geva okkum, saman við roknskaparbókunum, nakrar av teimum bestu og greiniligastu søguligu upplýsingunum. Tí hava tær eisini verið brúktar í ymiskari hugvísindaligari gransking, um t.d. bústaðarnøvn og persónsnøvn ella um búskapar-, sosial- og rættarviðurskifti í 16. og 17. øld.

Jarðarbókin 1584 og frágreiðing um jarðarbøkur og roknskapir kann takast niður niðanfyri.