Tjóðskjalasavnið, Faroese National Archives
V. U. Hammershaimbsgøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: skjalasavn@skjalasavn.fo
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 04-09-2018
Tjóðskjalasavnið (áður Føroya Landsskjalasavn) hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnindum og skjølum, ið hava søguligt virði ella hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar.
Tjóðskjalasavnið skal syrgja fyri at varðveittu savnindini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenningi.
Tjóðskjalasavnið ansar eisini eftir, at umsitingarligar skrásetingarskipanir og skjalagoymslur hjá almennum myndugleikum eru tryggar og lúka tær treytir, sum eru settar í lógum og fyriskipanum.