Skansaprotokollir

Skansaprotokollin, eisini kallað skansajournalin, er ein dagbók, sum inniheldur upplýsingar um dagliga virksemið á Skansanum ella Garnisónini í Tórshavn.

Umframt upplýsingarnar um vaktartænastuna hjá soldátunum, handilsarbeiði, manning av skansabátinum o.a., innihalda journalirnar eisini veðurskrásetingar og upplýsingar um skip, sum løgdu at í Tórshavn.