Kirkjubøkur

Ein kirkjubók, ella ministerialbók, inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um persónar viðv. føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð.

 

GG: Allar høvuðsministerialbøkurnar, ið eru avhendaðar til Tjóðskjalasavnið, eru skannaðar og tøkar á hesari heimasíðuni. Fyri upplýsingar úr kirkjubókum, ið ikki finnast her, er neyðugt at venda sær til Fólkakirkjuna.

Fyri at verja tilfarið ímóti meira slit og skaða, ber ikki til at lána/síggja tilfar sum er skannað og lagt út á hesa síðu á lesistovuni.